Kvørnin's profile picture

Kvørnin

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti.

Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk í alt, sum skiftast um at taka lut.

Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining. Farið var upprunaliga undir Kvørnina í útvarpinum í 2004, tí mett var, at tørvur var á ummælum av føroyskum tónleiki.

Kvørnin hevur síðani, í fleiri umførum, verið á skránni hjá útvarpinum sum táttur í ymsum sendingum. Í samband við vetrarskránna 2010/2011 varð avgerð tikin um á fyrsta sinni at royna Kvørnina sum sjálvstøðuga sending.

All shows

Sort by
Kvørnin: "TeleMama"
Kvørnin: "Future Sports", Baldur
Kvørnin: "Ókendir"
Kvørnin: "Wolfgang"
Kvørnin: "ÓJÓ", Tunghoyrt
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
There is no more content to load