Keep up to date with every new upload!

Join free & follow Summarmorgun
Share
  • 1 year ago
Til kokkakapping í Hong Kong

Til kokkakapping í Hong Kong

Jóhan Joensen og Jan Jacobsen eru ávikavist høvuðskokkur og lærlingur á Hotel Hafnia og Katrinu Christiansen. Teir hava verið í Hong Kong í eina viku, har teir hava fingið upplivingar og íblástur, sum teir bara kundu droymt um.

- Sjálv kappingin var spennandi og lærurík. Avbjóðingarnar vóru eisini fleiri, tí einki er eins í einum køki í Hong Kong samanborið við á okkara leiðum. Borðið er lægri og útbúnaðurin øðrvísi, sigur Jan Jacobsen, sum umframt at kappast royndi so nógvan lokalan mat sum gjørligt.

Comments