Keep up to date with every new upload!

Join free & follow Summarmorgun
Share
  • 1 year ago
Amokk við nýggjari útgávu

Amokk við nýggjari útgávu

Teir hava allir hvør í sínum lagi spælt við ymiskum bólkum í nógv ár, og saknaðu nú venjingarhølini og at spæla tónleik. Úrslitið gjørdist bólkurin Amokk og fyrsta útgávan kom út fríggjadagin. Hardcore kalla teir tað, níggju ensk løg og trý føroysk, har Ragnar Davidsen úr Swangah er við á einum og Niels Uni Dam úr MC Hár á hinum.

Mikkjal Gaard Hansen, sang, og Magnus Leander Ovason, gittar, vitjaðu í Summarmorgni týsmorgunin og greiddu frá Amokk, umframt at løgini Tómar tunnur & munndiarré og Mammon vórðu spæld.

Comments