Keep up to date with every new upload!

Join free & follow Radarin
Share
  • 2 years ago
Radarin: Evropa undir trýsti

Radarin: Evropa undir trýsti

Eitt høgranationalistisk rák hevur tikið seg upp í Evropa, og hóttir grundarlagi undir ES við síni veksandi undirtøku.

Í øllum teim evropeisku londunum veksa smáu høgranationalu flokkarnir seg stórar, og hetta hendir í takt við, at alsamt fleiri flóttafólk koma til Evropa, og arbeiðsmegi í alsamt størri mun flytir frítt yvir landamørk í ES.

Hesir flokkar eru í móti at ES fær meira vald frá einstøku tjóðunum og brúka í stóran mun flóttafólk og immigratión í sínum valstríði, tí tað fyllir nógv í løtuni og rakar kenslurnar hjá fólki, sigur Sólvit Nolsø, stjørnmálafrøðingur.

Comments