Keep up to date with every new upload!

Join free & follow Góðan morgun Føroyar
Share
Summarlist er ein ferð í list úr Norðoyggjum

Summarlist er ein ferð í list úr Norðoyggjum

Eldri parturin av framsýningini er á loftinum í húsinum har kunningarstovan heldur til.

Nýggju myndirnar eru í Posthúskjallaranum.

Eldri sýningin er afturlítandi við verkum eftir listafólkum úr Norðoyggjum, sum ikki eru millum okkum longur.

Flestu verkini eigur listafelagið, men onkur verk eru privat ogn.

Í Posthúskjallaranum er samtíðarlist.

Kend og roynd listafólk sína fram síni verk.

Saman við Edward Fuglø, listamanni og limi í Norðoya listafelag, vitjar morgunsendingin Summarlist.

Comments