Keep up to date with every new upload!

Join free & follow Góðan morgun Føroyar
Share
  • 2 years ago
Fróði er klárur til í kvøld

Fróði er klárur til í kvøld

Argjamaðurin Fróði Hansen er fløguaktuellur við útgávuni Ultramarine. Í kvøld hevur hann útgávukonsert í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Systur hansara, Guðrið Hansdóttir, fer at hita upp, síðani fara Fróði sjálvur og Bogi á Borg spæla nøkur akustisk løg, áðrenn Fróði við bólki fara á pall. Á skránni eru sjálvandi løgini á nýggju útgávuni, men eisini løg av eldri útgávum hjá Fróða.

Fróði Hansen vitjaði í hesum sambandi í morgunsendingini, har hann spældi tvey løg.

Útgávukonsertin við Fróða verður í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn í kvøld, fríggjakvøldið, klokkan 21.00.

Comments