Keep up to date with every new upload!

Join free & follow Góðan morgun Føroyar
Share
Drúgstokt lambskjøt til fólkið

Drúgstokt lambskjøt til fólkið

Floksmenninir, Høgni Nev, Rógvi Skel, Hálvdan Úlvsson og Sjúrður við Gellingará, fýra mans, sum vildu leggja Føroyar undir seg, men ístaðin vórðu tiknir av døgum. Teir vóru stoyttir oman av Valaknúkum. Hetta er ein av søgunum, sum verður søgd í Hattarvík leygardagin 8. juli, tá skipað verður fyri Floksmannadegi í Hattarvík.

Gingið verður niðan á Knúk og síðani allan vegin fram við eggini. Hugt verður omanyvir Bispin, ella Stapan, og niður í Leypurskorð, har bert tann eini veðrurin heldur til. Síðan verður gingið oman ígjøgnum Líðina og inn í Uppistovugarðin.

Comments